Virðisbrøv

Virðisbrøv eru ein áhugaverd íløga, tí tey geva tær møguleika fyri størri vinningi enn tí, tú fært fyri pengar, sum standa á bók. Hinvegin er eisini sannlíkt, at íløgur í virðisbrøv sveiggja munandi meira enn t.d. innistandandi í Eik. Eik bjóðar ymsar íløgumøguleikar í virðisbrøv alt eftir, hvussu váðafús/ur tú ert og hvat tú vilt við tíni íløgu.

Les meira

Íløguráðgeving

At gera íløgur í virðisbrøv er ein týðandi avgerð, sum krevur umhugsni, uttan mun til um talan er um stóra ella lítla íløgu. Serliga eigur tú at hugsa um váðafýsni og íløgutíðarskeiðið. Tí ráða vit tær til at vera væl fyrireikað/ur og fáa góða íløguráðgeving, áðrenn tú gert íløgur í virðisbrøv. Ráðgevingina fært tú frá Eik Markets.

Les meira

Ognarrøkt

Ognarrøkt er ein serlig tænasta til tín, sum vil lata røktina av tínum íløgum upp í hendurnar á serfrøðingum, sum fylgja marknaðunum neyvt. Í ognarrøktini røkta vit íløgur fyri bæði privatar og stovnsligar íleggjarar. Vit gera mest íløgur í altjóða partabrøv og evropeisk lánsbrøv.

Les meira

Stovna goymslu

Skal tú eiga og handla partabrøv, mást tú stovna tær eina goymslu. Ein goymsla (depot á donskum) er eitt savn til tíni partabrøv og virðisbrøv.  

» Goymslustovningarblað (PDF 43Kb)

Les meira

MiFID reglur

MiFID er til fyri at verja teg sum íleggjara og tískil er tað neyðugt, at tú ert 'MiFID’að/ur' og kunnað/ur um eitt nú goymslu- og handilstreytir, áðrenn tú gert íløgur fyrstu ferð.

Les meira

Skattaviðurskifti

Tað er altíð skilagott at seta teg inn í skattligu viðurskiftini, tá tú skal handla við parta- og ognarbrøvum. Rentuinntøkur, kursvinningur, kurstap og vinningsbýti eru skattliga javnsett í Føroyum. 

Les meira