Rokna títt lán
Byggilán er til tín, sum er yvir 18 ár og ætlar undir nýbygging, umbygging og/ella uppíbygging.
Byggilánið virkar sum ein kassakredittur, sum heldur fram so leingi sum byggingin er í gongd.
Tá byggingin er liðug, verður kassakreditturin umlagdur til eitt lán við afturgjaldstíð.
Við byggiláni í Eik fært tú lagaliga og kappingarføra fígging til fyrsta stigið av framtíðarbústaðnum.
Býggilánið virkar sum ein kredittur, har rokningarnar verða goldnar, so hvørt tær falla til gjaldingar. Saldan á kredittinum hækkar samsvarandi. Tú sparir tískil pening við byggiláni, í mun til at taka endaligt lán beinanvegin.
Upprunaliga skeytið er týðandi skjal í sambandi við bygging ella keyp. Tað staðfestir, hvør er ánari, og hvør kann byggja á ognini. Eisini sigur skeytið um treytir hanga við. Tekningar, byggiloyvi og frágreiðing um byggingina eru eisini skjøl sum eru neyðug, tá vit viðgera byggilán.
Rentan á byggiláni er broytilig. Serligar treytir eru galdandi tá talan ikki er um sniðhús. Tosa við kundaráðgevan um, hvør fígging hóskar best til tín.
Sí kostnaðin fyri at stovna Byggilán.
Rokna títt lán
Ynskir tú hetta lánið? Set teg í samband við okkum, og vit vegleiða tær.