Váðafýsni

 

Váði er ein partur av øllum íløgum. At taka stóran váða merkir, at tú hevur møguleika at fáa munandi avlop í góðum tíðum, men eisini stórt tap, tá verri gongur. Við minni váða slepst vanliga undan teimum ringastu tapunum, men afturfyri kann ikki roknast við stórum vinningum, tá væl gongur í hond. 

 

Tú gert sjálvsagt sjálv/ur av, hvussu stórur váðin skal verða. Trupult kann vera at meta, um váðafýsnið er lítið ella stórt, men umráðandi er at hugsa um og taka støðu til, hvussu stóran váða tú ert sinnað/ur at taka. Uttan mun til, um tú er váðafús/ur ella varin av lyndi, eiga íløgurnar at samsvara við títt váðafýsni. 

  

Bílegg eitt íløguprát

Set teg í samband við ráðgevarnar á Eik Markets, tlf.: 348 617, t-postur: dealer@eik.fo

Íløgukunning

Kunna teg, áðrenn tú gert íløgur