Skattaviðurskifti

Í Føroyum eru rentuinntøkur, kursvinningur, kurstap og vinningsbýti skattliga javnsett. Kapitalvinningur hjá feløgum verður skattaður við 18 prosentum, meðan kapitalvinningur hjá persónum verður skattaður við 39 prosentum í 2010, 38 prosentum í 2011, 37 prosentum í 2012, 36 prosentum í 2013 og 35 prosentum í 2014 og fylgjandi ár. 

 

Tey skattligu viðurskiftini eru ásett í kapitalvinningsskattalógini, ið hevur virknað fyri vinning og tap, sum eru staðfest 16. november 2001 ella seinni. Eisini hevur lógin virknað fyri rentuinntøkur, sum eru tilskrivaðar og fyri vinningsbýti, ið er útlutað 16. november 2001 ella seinni.

 

Serligar skiftisreglur hava verið galdandi fyri skatting av vinningi ella tapi av virðisbrøvum, ið eru útvegað fyri 16. november 2001. Hesar skiftisreglur eru nú broyttar, so skattingin av virðisbrøvum útvegað áðrenn ella aftan á 16. november 2001 er hin sama.

 

Skattskyldugur vinningur av partabrøvum, ið eru fevnd av skiftisreglunum, og sum verður staðfestur 1. januar 2007 ella seinni, verður roknaður út frá muninum millum søluprísin og virðið, sum partabrøvini hava 31. desember 2006.

 

Tú kanst draga rentuútreiðslur frá í positivum kapitalvinningi. Tó er tað ein treyt, at rentuútreislurnar stava frá lántøku í sambandi við keyp av virðisbrøvum. Hevur tú ongan postivan kapitalvinning at mótrokna við, er møguleiki at flyta rentuútreiðslurnar fram tey næstu fylgjandi fimm árini.

 

Allir føroyingar við kapitalinntøkum skulu lata inn eina kapitalvinningssjálvuppgávu. Reglurnar um innlating av kapitalvinningssjálvuppgávu eru tillagaðar soleiðis, at um tú sum skattgjaldari fært forprentaða sjálvuppgávu, og forprentaðu upplýsingarnar eru rættar og fullfíggjaðar, so nýtist tær ikki at lata inn sjálvuppgávu.

Les meira um kapitalvinningsskattalógina.

 

Eftirlønaruppsparing óskattað í uppsparingartíðini

Eftirlønaruppsparing, t.e. kapital- og lutaeftirlønaruppsparing, verður ikki skattað samsvarandi kapitalvinningsskattalógini. Rentuinntøkur og vinningur av virðisbrøvum, ið eru útvegað sum liður í einari eftirlønaruppsparing, verður ikki skattað í uppsparingartíðini, og tí skal eingin kapitalvinningssjálvuppgáva latast inn til TAKS.

Fá meira at vita hjá TAKS.