Telefonsamrøður við handilsborðið

Síðan 14. juli 2009 hava allar telefonsamrøður, ið starvsfólk við handilsborðið hjá Eik Markets hava við kundar um ráðgeving og handil við virðisbrøvum, gjaldoyra v.m., verið festar á band.

Endamálið við bandfestingini er at tryggja kundar okkara móti møguligum misskiljingum umframt at tryggja, at Eik Markets hevur dokumentatiónina í lagi, tá ið ráðgivið og handlað verður við virðisbrøvum og gjaldoyra.

Sambært Dátueftirlitið er hetta í tráð við lógina at festa samrøðurnar á band. Bandaðu telefonsamrøðurnar verða goymdar í seks ár, og bankin hevur reglur fyri, hvør kann lurta eftir bandfestum telefonsamrøðunum.