Trygging

Við at tekna trygging hjá okkum tryggjar tú teg og tíni nærmastu fíggjarliga, um illa vil til. Tú hevur møguleika at velja millum fleiri sløg av tryggingum:

 

Lívstrygging - tryggjar tíni nærmastu, um tú fellur frá.

Restskuldatrygging - lættir um lánsbyrðu hjá teimum, ið sita eftir.

 

Bráðsjúkutrygging - tryggjar tær útgjald, um tú ella barn títt fær álvarsliga sjúku.

Óarbeiðsføristrygging - tryggjar teg og tíni nærmastu, um tú gerst óarbeiðsfør/ur.

Gjaldsundantøkutrygging - tryggjar, at inngjald til pensjón og tryggingar ikki steðgar vegna óarbeiðsføri

 

Eik samstarvar við Betri Pensjón um tryggingar.