Orðalisti

Annuitetslán
Annuitetslán er lán, har mánaðargjaldið við somu rentu er tað sama alt tíðarskeiðið. Í byrjanini av lánitíðarskeiðnum vigar rentan tyngri í býtinum millum rentu og avdrátt, meðan avdráttir viga tyngri, tá lánitíðarskeiðið nærkast endanum. Í mun til t.d. seriulán.  
 
ÁKP
Styttingin ÁKP stendur fyri árligan kostnað í prosentum. Tvs. allur kostnaður íroknaður, so sum stovningarprovisjón, avgreiðslugjøld, tinglýsing og veðhavaralýsingar / samlaði kostnaðurin í lánitíðinistyttri áramál, hægri er ÁKP, færri ár at deila kostnaðin í.
 
Avdráttur
Gjald í pørtum. Tú rindar eitt lán aftur í pørtum, t.e. avdráttum.
 
Avdráttarskái
Tíðarskeið, har tú, eftir avtalu við lángevara, rindar rentur men ikki avdráttir av láninum.
 
Avkast
Vinningur av íløgu í virðisbrøv, t.e. partabrøv og/ella lánsbrøv 
 
Avskriving
Minking í virði. 
 
Avtaluinnlán
Innlán, har kundi og banki avtala treytir og rentu í hvørjum einstøkum føri.
 
Bidrag (Realkreditt)

Gjald, sum verður lagt afturat upprunakostnaðinum fyri realkredittlán.

 

Bidragið, sum føroyskir lántakarar rinda fyri lánini, sum Eik formidlar umvegis BRFkredit, fevnir um eitt kapital- og umsitingargjald til BRFKredit umframt eitt kapital- og umsitingargjald til Eik Banka, sum hevur stillað trygd til frama fyri BRFkredit móti tapum upp á realkredittlán veitt í Føroyum.
 
CIBOR
CIBOR er stytting fyri Copenhagen Inter Bank Offered Rate. CIBOR er útlánsrentan á marknaðinum, har bankar læna hvør øðrum pening.
 
Dekort
Dekort er heiti, sum verður brúkt fyri kostnaðin fyri útgjald av bundnari uppsparingarkontu í ótíð. Dekort er vanliga ein prosentsatsur, t.d. 1,5 prosent, av tí upphædd, sum tú vilt hava út, áðrenn tíð.
 
Dokument inkasso
Dokument inkasso (cash against documents) er eitt slag av gjaldsfreist ella kreditti frá seljara til keypara, og sum eitt slag av trygd fyri keyparan. Tænastan er ætlað teimum, sum hava samhandil við útlendskar veitarar ella keyparar.
 
Fyri keyparan er dokument inkasso ein trygd fyri, at seljarin ikki fær peningin, fyrr enn keyparin hevur fingið skjølini upp á vøruna. Keyparin sleppur sostatt undan at rinda áðrenn hann fær skjølini upp á vøruna.
 
Effektiv renta
Effektiva rentan er eitt heiti fyri samlaða avkastið í uppsparingartíðini og/ella samlaða kostnaðin í lánitíðini. Í stuttum: nominella rentan + renturs renta uppá 1 ár, tvs. fleiri rentuterminir í árinum, jú hægri verður effektiva rentan. Íroknað stovningarprovisjón og aðrar kostnaðir tengdir at einum láni; og renturs rentu, tá talan er um uppsparing. T.d. er árliga effektiva rentan av eini uppsparing hægri, um rentutilskrivingin er fleiri ferðir, heldur enn eina ferð árliga.
 
Hvítvasking (AML)
AML er stytting fyri Anti Money Laundering. Hetta er altjóða reglugerð, sum í stuttum hevur til endamáls at forða fyri hvítvasking av pengum. Les meira um Hvítvasking 
 
Kapitalpensjón
Kapitalpensjón er pensjónsuppsparing, sum verður útgoldin í einum, tá tú fert frá fyri aldur, í fyrsta lagi, tá tú ert fylt/ur 60 ár. Í mun til Lutapensjón. Les meira um Kapitalpensjón
 
Lánsbrævalán
Lán, har høvuðsstólurin verður ásettur við lánsbrøvum. Lánsbrævalán verður ofta nýtt í smb. við Fastrentulán. Tó kann t.d. eitt Garantilán eisini vera eitt lánsbrævalán.
 
Lutapensjón
Lutapensjón er pensjónsuppsparing, sum verður útgoldin í ‘lutum’. Í mun til Kapitalpensjón. Les meira um Lutapensjón 
 
MiFID
MiFID er stytting fyri Markets in Financial Instruments Directive. Hetta er reglugerð, sum tekur støði í ES fyriskipanum, viðvíkjandi handli við virðisbrøvum, og sum hevur til endamáls m.a. at
·         Økja gjøgnumskygnið hjá íleggjarum
·         Geva íleggjarum grundarlag at taka støðu út frá
·         Fáa samsvar í handilstreytir tvørtur um landamørk
·         Útgreina rættindi hjá íleggjarum og skyldur og ábyrgd hjá virðisbrævahandlarum
Les meira um MiFID 
 
Phishing
'Phishing' á netinum er ein háttur hjá teldusníkum at lokka teldubrúkarar at lata persónligar og/ella fíggjarligar upplýsingar umvegis falskar teldupostar ella heimasíður. Phishing byrjar ofta við, at tú fært ein teldupost, sum sær út til at vera eitt nú frá bankanum, einum kortveitara ella øðrum stovni, sum tú hevur álit á. Tú verður biðin um at lata upplýsingar um kontur ella kort t.d. kortnummar og loynital. Hesar upplýsingar verða síðan nýttar til at snýta teg, eitt nú við samleikastuldri.
 

Minst til, at hvørki Nets ella bankar nakrantíð biðja um kort ella kontuupplýsingar í telduposti!

 

Rentutillagingarlán
Kontantlán, sum verður rentutillagað hvørt 1. - 6. ár alt eftir, hvat fastrentutíðarskeið, tú hevur valt. Rentan og gjaldið verða lagað til rentustøðið, tá rentutillagingin verður gjørd. Til at fíggja lánini verða óbroytilig lánsbrøv, sum ikki kunnu loysast út, serstakt givin út við gildistíð upp á 1 - 6 ár.
 
Remburs
Remburs er handil við dokumentum. Samhandil millum keypara og seljara hevur, alt annað líka, eins vága fyri báðar partar. Keypari veit ikki, um hann móttekur vørurnar, meðan seljarin veit ikki, um hann móttekur peningin fyri vørurnar. Rembursur verður brúktur, tá keypari og seljari ikki kenna hvønn annan, og tí ynskja báðir partar eina ávísa trygd fyri samhandli. Í stuttum er endamálið at tryggja, at seljarin fær peningin, og at keyparin fær vøruna, ið hann hevur bílagt.
 
Samhandil við rembursi gevur eina ávísa trygd fyri bæði seljara og keypara. Tó skal tað ikki síggjast heilt burtur frá, at hóast remburs kann ávísur váði vera fyri báðar partar. Importremburs og eksportremburs er sama slag av rembursi, bara sæð úr keyparans ella seljarans sjónarhorni.
 
Ein rebursur gevur eina góða trygd fyri, at seljari fær pengarnar og keyparin skal ikki gjalda, fyrrenn treytirnar í rembursinum eru loknar. Á henda hátt skuldi tað eisini verið møguleiki fyri, at keyparin fær tær røttu vørunar.
 
Seriulán
Seriulán er lán, har tú rindar fastan avdrátt alt lánstíðarskeiðið, men har rentugjaldið minkar ár fyri ár sum restskuldin minkar.
 
Solvensur
Solvensur er eitt heiti fyri kredittvirði. Stutt sagt merkir tað, at ein fyritøka ella persónur, sum eigur meira, enn hann/hon skyldar, er solventur.
 
Swift
Swift er stytting fyri Society for Worldwide Interbank Financial Telecommunication (altjóða eykennið hjá bankum). SWIFT eyðkennið/kotan hjá Eik er EIKBFOTF.
 
Trot
At ein konta fer í trot merkir, at saldan er í minus.
 
Variabul renta
Broytilig renta, í mun til fasta rentu.
 
Vinningsbýti
Yvirskot, sum verður útgoldið til partaeigararnar.
 
Virðisbræv
Virðisbrøv er felagsheiti fyri t.d. partabrøv og lánsbrøv, sum tú gert íløgur í.