Sperra kort 

Missir tú kortið burtur ella hevur illgruna um, at onkur kennir loynitalið er týdningarmikið, at tú ringir beinanvegin til:

  • Kundatænastuna hjá Eik á tlf. 348000 (gerandisdagar)
  • Kundatænastuna hjá Nets - fyrr PBS (um kvøldið ella í vikuskiftinum) á tlf.:
    • +45 44 89 27 50 (Sperra MasterCard)
    • +45 44 89 29 29 (Sperra Visa kort)

Hesi nummur eru tey somu, um tú ert staddur í Føroyum ella uttanlands.

 

GG! Minst til at hava kontunummar ella kortnummar klárt, tá tú ringir fyri at sperra kortið.

      

 

Kort verða sperrað av hesum orsøkum:

  • Eftir áheitan frá korteigara, tí kortið er burturmist/stolið
  • Vegna trot á kontu
  • PIN-kotan er innlisin skeivt meira enn 3 ferðir (sjálvvirkandi sperring)
  • Nýtslan í útlendskum valuta er størri enn 20 túsund í 30 leypandi dagar (sjálvvirkandi sperring)
  • Nýtslan í eitt samdøgur er meira enn 15 ferðir í terminali og sjálvtøkum (sjávvirkandi sperring)
  • Tá Eik fær boð um at korteigari er deyður