Klagur

Ynskir tú at klaga yvir Eik banka, skalt tú í fyrstu syftu seta teg í samband við tína deild.

 

Framvegis ert ósamdur við Eik Banka?

Ert tú eftir hetta framvegis ósamdur við Eik Banka um viðgerðina av tíni áheitan ella úrslitinum av áheitanini, kanst tú seta teg í samband við klaguábyrgdaran í Eik Banka. Tú kanst biðja deildina um at beina klaguna hjá tær til klaguábyrgdaran. Tú kanst eisini seta teg beinleiðis í samband við klaguábyrgdarin við at senda teldupost til klaga@eik.fo ella tú kanst skriva til hesa adressu:

 

Eik Banki

Yviri við Strond 2

100 Tórshavn

Att.: Klaguábyrgdari

 

Viðgerðartíð

Klagan verður viðgjørd skjótast tilber. Sum meginregla skulu allar klagur frá privatkundum viðgerast innan ein mánað.

 

Danska peningastovnskærunevndin

Eftir avtalu millum føroysku peningastovnarnar og donsku peningastovnskærunevndina (Pengeinstitutsankenævnet), ber til hjá privatum peningastovnskundum at klaga til donsku peningastovnskærunevndina, um ein nøktandi loysn ikki er funnin saman við føroyska peningastovninum.

 

Avtalan er bert galdandi fyri klagumál, har kravið er íkomið eftir 1. januar 2011, og bert fyri privatkundar. Kærunevndin viðger ikki klagur frá vinnukundum og parta- og smápartafeløgum.

 

Klagan skal viðvíkja eini ítøkiligari fíggjarligari trætu, sum hevur verið fyri klaguábyrgdara í peningastovninum uttan loysn, og klagan skal orðast á donskum.

Til ber at fáa meira at vita og at klaga umvegis heimasíðuna hjá donsku Peningastovnskærunevndini www.pengeinstitutankenaevnet.dk 

 
Pengeinstitutankenævnet
Postboks 9029
1022 Danmark
København K
Tlf. +45 35 43 63 33 

Tak niður