Soleiðis gert tú títt kort virkið

Títt kundanummar er virkjanarnummar. Fyri at virkja kortið skalt tú brúka null og síðan fýra tey síðstu tølini í tínum kundanummari sum virkjanarnummar, tvs. tilsamans fimm tøl.

 

Soleiðis gert tú kortið virkið:

 

1. Finn títt kundanummar fram í Netbankanum. Á síðuni Kontuyvirlit stendur kundanummar í einum kassa ovast til høgru undir yvirskriftini "Kundanummar hjá avtalueigara".

 

 

Fært tú kontuavrit sendandi við posti, stendur kundanummarið á kontuavritum.

 

2. Ring til PBS kortvirkjan á telefonnummar +45 44 89 73 50 

 

3. Trýst kortnummarið við 16 tølum, sum stendur á forsíðuni á kortinum og enda við # 

 

4. Trýst virkjanarnummarið, sum er 0 + fýra tey seinastu tølini í tínum kundanummari (sí pkt. 1) og enda við #  

 

Eftir hetta fært tú boðini: "Kortet er nu aktiveret".