Eik.fo » Privat » Út at ferðast » Út at ferðast

Tvey kort, tá tú ferðast

 

Tað er altíð skilagott at hava tvey kort við út at ferðast. So ert tú tryggari, um annað kortið verður óvirkið av onkrari orsøk ella blívur burtur, og tú kemur ikki í penganeyð. Umráðandi er at goyma kortini á ymsum støðum, so øll kortini ikki eru burtur, um óhappið hendir.

 

 

Sera skilagott við tveimum kortum

Vilt tú verða vís/ur í altíð at hava pening til taks á ferðini, er tað eitt gott hugskot at hava eitt eyka Mastercard ella eitt MasterCard Debit-kort afturat tínum vanliga gjaldskorti. Visa/Dankort hevur eitt nýtsluhámark á 25.000 kr. í leypandi 30 dagar. Skuldi tú rokkið hetta hámark á ferðini, er skilagott at hava eitt eyka kort við.

 

Royn at gjalda við korti, tá ið tú keypur í handlum ella etur á matstøðum, heldur enn at taka pening út í sjálvtøkum í útlandinum. Tað kostar minimum 30 kr. hvørja ferð, tú tekur pening út í eini sjálvtøku uttanlands. Hinvegin er ókeypis at gjalda við korti. Tó taka summi eitt ómaksgjald fyri útlendsk kredittkort.

 

Hevur tú MasterCard kort er vert at minnast til, at náttina til 2. sunnudag í mánaðinum í tíðarskeiðnum kl. 01.00 - 05.00 ber ikki til at nýta MasterCard kortið. Hetta tí, at SDC dagførir sínar skipanir í hesum tíðarskeiðnum og atgongd ikki er til on-line skipanirnar.

 

Ansa væl eftir kortinum

Halt eyga við kortinum. Lat ikki tænaran ella handilsfólkið fara í eitt rúm aftanfyri við kortinum. Og lat ikki kortið liggja frammi, soleiðis at lætt er at fáa fatur á kortnummarinum.

 

Um tú ert so óheppin at missa eitt kort burtur á ferðini, er best at ringja til Eik alt fyri eitt á tel. 348000, soleiðis at vit kunnu sperra kortið.

 

Verður kortið burturmist um kvøldið ella í vikuskiftinum, eigur tú at seta teg í samband við kundatænastuna hjá Nets:

 

Sperra MasterCard

Tel. +45 44 89 27 50

 

Sperra Visa kort

Tel. +45 44 89 29 29

 

 

GG! Minst til at hava kontunummar ella kortnummar klárt, tá tú ringir fyri at sperra kortið.

 

Tak Netbankan við á ferðini 

Við Netbankanum á fartelefonini ella sum app á tíni smartphone, kanst tú fylgja væl við salduni á kontuni, meðan tú ert í feriu. Tú kanst regluliga kanna salduna, gjalda rokningar ella flyta ímillum kontur, so kontan ikki fer í minus. Les meira um Netbankan á fartelefonini ella Netbankan sum app.

 

Les eisini:

10 prei til ferðina

 
www.eik.fo