Hvussu langt er íløgutíðarskeiðið?

Íløgutíðarskeiðið er tíðin, frá íløgan verður gjørd, til peningurin skal nýtast aftur. Tá íløga verður gjørd í virðisbrøv er umráðandi, at tú hevur eina hylling av, nær tú skalt brúka íløgdu upphæddina.

 

Tá avgerð er tikin um íløgutíðarskeið, er lættari at meta um, hvønn váða íløgan skal hava. Vanliga verður sagt, at jú longri íløgutíðarskeiðið er, tess størri váða kann ein átaka sær. Um ætlanin t.d er at spara upp yvir stutta tíð, er umráðandi at velja eina støðuga íløgu. 

 

Býtið millum partabrøv og lánsbrøv eigur at samsvara við íløgutíðarskeiðið.

 

Bílegg eitt íløguprát

Set teg í samband við ráðgevarnar á Eik Markets, tlf.: 348 617, t-postur: dealer@eik.fo

Íløgukunning

Kunna teg, áðrenn tú gert íløgur