Privestor Fondsmæglerselskab A/S og Tidsskriftet FinansNyt A/S nú partur av Eik-samtakinum

8/7/2007 Eik-samtakið styrkir støðu sína í Danmark við at keypa fyritøkurnar Privestor Fondsmæglerselskab A/S og Tidsskriftet FinansNyt A/S

 

 

Eik hevur í einari børsfráboðan í dag boðað OMX-virðisbrævamarknaðunum í Íslandi og Keypmannahavn frá, at dótturfelagið, Eik Bank Danmark A/S, hevur gjørt avtalu um at keypa fyritøkurnar Privestor Fondsmæglerselskab A/S og Tidsskriftet FinansNyt A/S.
 
Við keypinum styrkir Eik støðu sína á danska marknaðinum, og serliga økini Asset Management og Private Banking í dótturbankanum verða styrkt.
 
Tey bæði feløgini verða skjótast møguliga løgd saman við Eik Bank Danmark.
 
Privestor Fondsmæglerselskab A/S hevur drúgvar royndir við at veita íleggjarum ráðgeving um íløgur í sonevndar hedge-grunnar, partabrøv og lánsbrøv. FinansNyt A/S hevur til endamáls at veita íløguráðgeving, marknaðarviðmerkingar og handilstilmæli. Felagið gevur út tíðarritið FinansNyt.
 
Keypið av Privestor og FinansNyt skal síggjast í ljósinum av strategiini hjá Eik um at styrkja støðu sína í Danmark. Eisini skal keypið síggjast í ljósinum av, at Eik í mai keypti størsta danska internetbankan, SkandiaBanken.
 
”Við Privestor og FinansNyt verða førleikarnir innan greining og íløguráðgeving styrktir upp aftur meira, og vit fáa eina røð av nýggjum produktum, sum koma kundum í øllum samtakinum til góðar”, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik.
 
Tak niður:
» Stock Exchange Announcement 18/2007 (PDF 42kb)
» Fondsbørsmeddelelse 18/2007 (PDF 37kb)
 
Les meira á hesum heimasíðum:

www.privestor.dk
www.finansnyt.com