Fíggjarkreppan merkir úrslitið hjá Eik

2/27/2009 Eik Banki hevur týðandi virksemi uttanlands, og neiliga altjóða rákið setur síni spor í ársroknskapin fyri 2008. Úrslitið er eitt hall á 314 mió. kr. Hinvegin eru inntøkurnar í Eik-samtakinum øktar, og grundleggjandi bankaraksturin vísir eitt avlop á 392 mió. kr. Eik-samtakið hevur gott gjaldføri, og solvensurin er 10,6 prosent

 

2008 var eitt baldrut ár hjá bankum kring knøttin, og hetta merktist eisini hjá Eik Banka, sum hevur týðandi virksemi uttanlands. Fíggjarkreppan setti serliga síni spor í danska virksemið og í virðisjavnan av partabrøvum.
 
“Aldurnar hava verið høgar har úti, sum Eik Banki roynir seg. Tí merkir bankin altjóða órógv meira enn aðrir peningastovnar í landinum. Hallið í fjør er langt frá nøktandi. Hinvegin er grundleggjandi bankaraksturin í framgongd, og tað fegnast vit um”, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik.
 
Úrslitið fyri skatt er eitt hall á 415,6 mió. kr. móti einum avlopi á 465,3 mió. kr. í 2007. Eftir skatt er hallið 314,1 mió. kr. móti einum avlopi á 393,0 mió kr. í 2007.
 

Óvanligar umstøður á marknaðinum

Úrslitið skal síggjast í ljósinum av óvanligu umstøðunum við fallandi partabrævakursum og – serliga í 4. ársfjórðingi – beinleiðis afturgongd og húsagangi hjá fyritøkum.
 
“Umstøðurnar eru heilt óvanligar. Vit hava eitt nú mist pening í sambandi við húsagangir hjá bankum. Tað hevði fáur ímyndað sær fyri einum ári síðani. Útlán til vinnuligar fastognir í Danmark eru eisini hart rakt. Hinvegin gongur privatkundavirksemið í Danmark væl, og vit vænta ikki, at fíggjarkreppan ávirkar tað nevnivert, hóast arbeiðsloysið økist. Talan er í størsta mun um trygg lán við veð í sethúsum og íbúðum. Vit kunnu eisini fegnast um, at Eik á føroyska marknaðinum er sloppin toluliga ígjøgnum 2008”, sigur Marner Jacobsen, forstjóri.
 
Serliga tvey viðurskifti góvu hall í fjør: kursfall og niðurskrivingar uppá útlán. Kursfall á partabrøvum tyngja úrslitið við 246 mió. kr. Í 2007 var talan um ein kursvinning á 192 mió. kr. Niðurskrivingar upp á útlán, serliga á danska marknaðinum, tyngja úrslitið við 553,7 mió. kr. Í fjør vóru niðurskrivingarnar 36,6 mió. kr.
 

Sterkur grundrakstur

Upp ímóti hesum tapum stendur sterki grundraksturin, ið vísir, at kjarnuvirksemið hjá Eik er í framgongd. Grundraksturin er úrslit áðrenn kursjavningar, niðurskrivingar uppá útlán, úrslit av kapitalpørtum og skatt. Her er avlopið knappliga 392 mió. kr., móti 250 mió. kr. í fjør.
 
“Óvanliga gongdin í fjør fjalir sostatt út yvir ein sunnan grundleggjandi bankarakstur í góðari framgongd. Hetta er týðandi at síggja, tí óvanligar tíðir og umstøður halda uppat, og tá kemur vend í aftur”, sigur Marner Jacobsen, forstjóri.
 

Spjaðing í útlánum

Útlánini hjá Eik-samtakinum eru rættiliga væl spjadd, bæði landafrøðiliga og eftir vinnugreinum. Ein góður triðingur av samlaðu útlánunum er við 1. veðrætti í privatum bústaðum. Samanlagt skuldi hetta undir vanligum umstøðum givið minni váða.
 
Kortini hevur bankin oman fyri eina hálva milliard í niðurskrivingum. Føroyski marknaðurin hevur klárað seg rættiliga væl, meðan gongdin uttanlands hevur verið munandi meira neilig. Undir 20 prosent av niðurskrivingunum hava soleiðis samband við føroyskar lántakarar. Niðurskrivingar og tap í sambandi við útlendskar bankar standa hinvegin fyri einum lítlum triðingi av niðurskrivingunum.
 

Solvensur og gjaldføri

Solvensurin í Eik Banka er 18,3 prosent og í samtakinum 10,6 prosent. Lógarkravið er 8 prosent.
 
Eik-samtakið hevur valt at luttaka í Bankapakka I, sum m.a. veitir statstrygd fyri øllum innlánum. Hóast solvensurin er góður, leggur nevndin upp til at fáa heimild frá aðalfundinum at taka upp sonevndan hybridan kjarnukapital til luttøku í Bankapakka II. Nevndin hevur so fram til 30. juni 2009 at taka støðu til møguliga luttøku.
 
Samlaða gjaldførið hjá samtakinum við ársbyrjan var 5,7 mia. kr., og yvirdekningurin í mun til lógarkravið er 164,5 prosent.
 
Eginpeningurin er 1,7 mia. kr.
 

Sterkur strategiskur platformur til framgongd

“Samlað stendur Eik framhaldandi tryggur og er væl fyri til avbjóðingar og at taka tey nos, ið kunnu koma”, sigur Marner Jacobsen.
 
Forstjórin undirstrikar, at Eik hevur ein sterkan platform við tveimum bankum, væl útbúnum starvsfólkum og tilsamans meira enn 130.000 kundum.
 
“Okkara strategi við vøkstri, menning, lønsemi og váðaspjaðing viknar ikki orsakað av einum tíðarskeiði við órógv á altjóða marknaðinum. Tí halda vit strategisku kósina, hóast vit sjálvandi slakka av, meðan brotasjógvar eru”, sigur forstjórin.
 

Útlit fyri 2009

Komandi árið verður enn eitt avbjóðandi ár í bankavinnuni. Eik metir, at úrslitið áðrenn virðisjavnan, niðurskrivingar og skatt verður 350 mió. kr. móti 384,1 mió. kr. í 2008. Høvuðsorsøkin til lægru metingina  fyri 2009 er, at Eik í 2009 skal rinda 54,5 mió. kr. meira enn í 2008 í garantiprovisión fyri luttøku í Bankapakka I.
 
Ein møguligur kostnaður av at luttaka í Bankapakka II er ikki við í metingini omanfyri, eins og møgulig tap uppá aðrar bankar vegna luttøkuna í Privatu Tilbúgvingini heldur ikki eru við. Heimsfevnandi búskaparkreppan ger harafturat, at óvissan í metingini er størri enn vanligt.
 

Broyttur roknskaparháttur

Eik Banki hevur broytt roknskaparhátt í 2008. Bankin er farin yvir til altjóða roknskaparreglur, og tí skal samanbering við undanfarin ár gerast við fyrivarni. Roknskapurin hjá Eik er nú sambærligur við roknskapir hjá útlendskum bankum.

 

» Vís webcast við Marner Jacobsen, forstjóra

 

Tak niður:

Tíðindaskriv

Ársfrásøgn 2008

Børsfráboðan DK