Broyting í skrivliga kundasamskiftinum

1/16/2013 Eik fer ikki longur at senda netbankakundum kontuavrit, gjaldsyvirlit og fráboðan um flyting í vanligum posti. Broytingin fær gildi 1. mars 2013

 

 

Tøkniliga menningin seinnu árini hevur havt við sær, at netbankakundar fáa skjøl frá Eik í skjalagoymsluna í netbankanum. Fyri at minka um pappírsnýtsluna, hevur Eik tikið avgerð um, at skjøl, eitt nú kontuavrit, gjaldsyvirlit og fráboðan um flyting, ikki longur verða send við posti til netbankakundar.

 

Hesi verða, eins og nú, tøk í skjalagoymsluni í netbankanum. Um tú framhaldandi vilt hava kontuavrit og onnur skjøl send við posti, verður tú biðin um at boða Eik frá hesum á tlf. 348 000 ella í telduposti til eik@eik.fo. Kostnaðurin fyri at fáa skrivligar fráboðanir við vanligum posti er kr. 10,00. Kundar, føddir fyri 1. januar 1940, fáa framvegis ókeypis kontuavrit, tó í mesta lagi eina ferð um mánaðin.

 

Netbankin ókeypis

Hevur tú enn ikki fingið tær netbanka, bjóða vit tær nú henda møguleika. Fyri privatkundar er ókeypis at stovna og at hava netbanka í Eik, og vit hjálpa tær fegin at stovna og koma í gongd við at brúka netbankan.

 

 

Les meira um Eik Netbankan