Ársfrásøgn 2014 - Sterkari banki og betri tíðir - góðar 100 mill. kr. í avlopi eftir skatt

3/9/2015 Áðrenn skatt eru 123 mió. kr. í avlopi, og skotið er upp at gjalda 60 mió. kr. í vinningsbýti

 

 

"Fult fokus á føroyska marknaðin sæst aftur í vøkstrinum í innlánum og útlánum, og tað fegnast vit um", sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik. 

 

Eik Banki hevði eitt gott úrslit í 2014, hóast rentulækkingarnar sóust aftur í inntøkunum hjá bankanum. Seinastu árini hevur Eik gingið á odda við at veita føroysku húsarhaldunum rentulækkingar, serliga á bústaðarfíggingum, og hetta merkist í eini 2,6 prosents minking í rentuinntøkunum. 

 

Men minkingin var munandi minni enn væntað, og komst hetta av, at útlánini hjá bankanum vuksu í 2014. Fíggjarstøðan javnvigaði við 7,6 mia. kr., og er hetta ein vøkstur á 316 mió. kr. Vøksturin kann í stóran mun førast aftur á vøkstur í útlánum á 168 mió. kr. og ein vøkstur í innlánum á 209 mió. kr. 

 

Útreiðslurnar til starvsfólk eins og umsitingarútreiðslurnar minkaðu aftur í 2014. Tær lægru umsitingarútreiðslurnar eru eitt úrslit av strembanini hjá Eik at lækka kostnaðarstøðið hjá bankanum.

 

Góða gongdin í bankanum hevur verið til gagns fyri kundarnar og sampakkar hetta væl við hugmyndina hjá bankanum um at vera fremsta val føroyinga. “Tað snýr seg alla tíðina um at halda vakið eyga við búskapargongdini, so røtt átøk verða sett í verk í rættari tíð. Vit gera okkara ítarsta til tess at hava yvirlit yvir búskaparligu støðuna og útlitini bæði í bankanum, hjá kundunum og í samfelagnum sum heild”, sigur Súni Schwartz Jacobsen.

 

Eik Banki er millum tryggastu peningastovnar í danska ríkinum, og hevði við árslok 2014 ein solvens á 23,6 prosent móti einum individuellum solvenstørvi á 11,8 prosent. Lógarkravdi solvensurin er 8 prosent. 

 

Við árslok 2014 hevði Eik ein yvirdekning í mun til lógarkravda gjaldførið upp á 136,4 prosent.

Av javnanum er eginognin 1,3 mia. kr. 

 

Búskaparframgongdin, sum sást byrja í seinnu helvt av 2014, væntast at fara at síggjast aftur í eini øking í virkseminum hjá bankanum í 2015, men herda kappingin á lánimarknaðinum væntast hinvegin eisini at ávirka raksturin hjá bankanum. Bankin væntar, at ársúrslitið áðrenn skatt verður eitt avlop millum 50-80 mió. kr.

 

Árið 2014 í stuttum:

 

• Avlop eftir skatt er 101 mió. kr.

• Avlop áðrenn skatt er 123 mió. kr.

• Útlán bankans eru økt til 5 mia. kr.

• Innlán bankans eru økt til 6 mia. kr.

• Nettorentuinntøkur eru 242 mió. kr.

• Gjaldførið 136 prosent yvir lógarkravið

 

Tak niður

Tíðindaskriv

Ársfrásøgn 2014

Risk Rapport