Eik høvuðsstuðul hjá Støkk

8/25/2016 Eik og Fimleikafelagið Støkk hava skrivað undir ein trý ára høvuðsstuðulssáttmála.

 

Støkk fyllir 50 ár í ár og hevur hesa tíðina vaksið seg til at vera størsta ítróttarfelag í Eysturoynni við uml. 700 íðkarum úr flestu bygdunum í oynni. 

 

”Vit eru fegin um at kunna vera høvuðsstuðul hjá Støkk. Felagið ger eitt stórt arbeið í økinum og tað vilja vit gjarna vera við til at stuðla”, sigur Kristine Ellingsgaard, rakstrarleiðari í Eik í Saltangará.

 

Nýggja forkvinnan í Støkk, Helen Gaardbo fegnast eisini um stuðulin.

”Í Støkk arbeiða vit støðugt við at menna fimleikin bæði innan breidd og elitu. Stuðulin frá Eik næstu trý árini gevur okkum áræði at halda fram við at geva okkara fimleikarum tí bestu menningina”.

 

Kristine Ellingsgaard, rakstrarleiðari í Saltangará og Helen Gaardbo, forkvinna í Fimleikafelagnum Støkk skriva undir sáttmálan. Fittu fimleikararnir í nýggjari Støkkdrakt eita Marta og Boas.