Eik+ heldur ikki fram

8/30/2016 Uppsparingarkontan Eik+, sum hevur verið uppgjørd á hvørjum ári, heldur ikki fram

 

Eik+ kontan hevur verið uppgjørd hvørt ár í august mánaði. Tá hevur rentan verið tilskrivað og støða hevur verið tikin til, um kontan skal halda fram eitt ár afturat.

 

Hesa ferð er avgerð tikin um, at kontan ikki verður endurnýggjað. Tá Eik+ rentan er tilskrivað, verður kontan gjørd um til eina vanliga innlánskontu.

 

Møguleiki er at flyta uppsparda peningin á aðra uppsparingarkontu í staðin.

 

Kundar, sum hava meira enn 1.000 kr. innistandandi á Eik+ kontu hava fingið bræv um hetta í Netbankan.