Eik og Setrið undirskrivað samstarvsavtalu

8/30/2016 Ungdómsdeildin hjá Eik og Fróðskaparsetur Føroya hava undirskrivað tvey ára samstarvsavtalu

Avtalan snýr seg um tiltak hjá Setrinum í sambandi við lestrarbyrjan. Tiltakið umfatar Innleiðsludag um dagin og Seturssamanshow um kvøldið.

 

“Vit meta at hetta er eitt týðandi tiltak fyri lestrarumhvørvið í Føroyum, og tí fegnast vit um samstarvið”, sigur Eva Brekkstein, leiðari á Ungdómsdeildini hjá Eik.

Eva Brekkstein, leiðari á Ungdómsdeildini hjá Eik og Elin Brimheim Heinesen, Lestrarskrivstovuleiðari á Fróðskaparsetur Føroya, undirskriva samstarvsavtaluna

 

Talið av lesandi á Setrinum er nógv vaksið seinastu árini, og í dag eru nærum 1000 lesandi í Føroyum.

Eik hevur í mong ár arbeitt miðvíst móti at vera viðspælari í menningini av einum lestrarumhvørvi í Føroyum. Av øðrum átøkum kunnu nevnast:

  • Eik hevur sum einasti banki í Føroyum, eina Ungdómsdeild fyri tey ungu, har tey kunnu fáa dygga ráðgeving og fleiri ókeypis tænastur
  • Eik tekur bankanæmingar inn á hvørjum ári. Harumframt hava lesandi uttanlands eisini møguleika at koma til Føroya í starvsvenjing í Eik
  • Eik letur á hvørjum ári eitt Legat á 15.000 kr. til fýra lesandi føroyingar

Harafturat undirskrivaði Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, vegna TF Holding, í 2015 eina fimm ára avtalu við Setrið, har samtakið letur 1 millión um árið í stuðli til búskaparfrøðiliga gransking og útbúgving á Fróðskaparsetrinum.