Nýggir næmingar í Eik

9/2/2016 Seks nýggir næmingar eru farnir undir bankaútbúgving í Eik

 

Eik tekur næmingar inn á hvørjum ári, og í ár eru seks nýggj andlit í næmingatoyminum.

Tríggir av næmingunum eru knýttir at Deild Tórshavn, tveir arbeiða í Saltangará og ein á deild okkara í Miðvági.

 

Tey eru sera spent at koma í gongd við gerandisdagin sum bankalærlingar og vit ynskja teimum at vera hjartaliga vælkomin í Eik.

 

Jóanis Albert Nielsen - Miðvágur, Heidi Trygvadóttir Ryggshamar - Tórshavn, Eyð Reginsdóttir Frederiksberg - Saltangará, Sara Petersen - Saltangará og Jóhan Djurholm - Tórshavn

 

Ári Mohr Jónsson, sum fer at arbeiða í Deild Tórshavn, er burturstaddur og tí ikki við á myndini.