Bílegg HeildarPrát

Send okkum eina bílegging ella set teg í samband við okkum

NýtsluYvirlit

 

Visti tú...

 

at um tú fert á café 1 ferð um dagin og keypir 1 kopp av kaffi

-so brúkar tú uml 10.000 kr. um árið uppá kaffi!

 

Tú hugsar kanska ikki um tað í gerandisdegnum, men leggur tú øll tíni smákeyp saman, kann tað vísa seg at blíva nógv tilsamans. Kanska so nógv, at velur tú okkurt frá, kanst tú lættliga spara saman til t.d. eina farteldu ella kanska eina uttanlandsferð.

 

"Kundaráðgevar okkara uppliva javnan, at sjálvt smáar broytingar í dagligdegnum hjá kundanum, kunnu geva væl størri fíggjarligt rásarúm. Tað krevur bara, at tú verður meira tilvitað/ur um tínar nýtsluvanar." sigur Kristine Ellingsgaard, varaøkisleiðari í Eik.

 

Við "NýtsluYvirlitinum" gerst tað sera nemt at fáa yvirlit yvir, hvar pengarnar fara.

 

Niðast á síðuni sært tú eitt dømi um hvussu NýtsluYvirlitið kann brúkast. Tankin aftanfyri NýtsluYvirlitið er, at tú samlar allar tínar kvittanir og brúkar tær til at fylla teigarnar í NýtsluYvirlitinum. Tað góða við yvirlitinum er, at tú velur sjálv/ur hvussu tú bólkar tína nýtslu. Tað kann t.d. vera fastar útreiðslur, klæðir, fastfood/slikk, frítíð o.s.fr. alt eftir, hvat tú vanliga brúkar pengarnar til.

 

Í løtuni ber ikki til at goyma NýtsluYvirlitið á telduni.

 

 

 



 

 

 

» Vís dømi