Nýggj hagtøl um sethúsaprísir hvønn ársfjórðing

Eik ger upp prísirnar í sethúsahandli í Føroyum hvønn ársfjórðing. Tølini yvir sethúsakeyp- og -sølur stava frá almennu tinglýsingini, har allir handlarnir verða skrásettir.

 

Prísirnir á hesi heimasíðuni eru viðgjørdir á slíkan hátt, at teir geva eina mynd av kostnaðinum, sum vanlig sethús verða keypt og seld fyri. Tølini verða so at siga “sáldað”. Soleiðis verða hesi ikki tikin við:

  • Grundøki 
  • Íbúðir
  • Hús á grundøkjum minni enn 250 fermetrar
  • Hús á grundøkjum størri enn 1.000 fermetrar, tí har kann roknast við, at grundstykkjaprísurin er partur av søluprísinum
  • Hús, ið ikki verða hildin at umboða marknaðartreytir, t.d. serliga lágir prísir í sølum millum familjulimir
  • Hús, sum eru yvirtikin á tvingsilssølu

 

 

Á henda hátt skuldu tølini umboðað prísin á miðalsethúsum í fríum handli.

 

 

 

Tórshavn: Tórshavn, Hoyvík og Argir.

Størri bygdir og býir: Klaksvík, Runavík, Glyvrar, Fuglafjørður, Gøta, Kollafjørður, Vágur, Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur, Miðvágur og Vestmanna.

Smærri bygdir: Aðrar bygdir, ið ikki eru nevndar omanfyri, eru í bólkinum 'smærri bygdir'.

 

 

Hjá okkum sært tú sethúsaprísir heilt aftur til og við 1985.

 

 

Tak niður

Yvirlit yvir sethúsaprísir (1. ársfj. 2016)