Í Eik fylgja vit reglunum um góðan bankasið, sum eru ásettar í 'Bekendtgørelse for Færøerne om god skik for finansielle virksomheder, sum hevur havt gildi fyri Føroyar síðan 1. november 2008.
 
Hetta merkir, at vit í okkara dagliga virki, t.e. ráðgeving og øðrum viðskifti við kundan: halda góðan sið, eru heiðurlig, ráðgeva og upplýsa kundan í neyðugan mun, at viðgerðin er gjøgnumskygd, eins og at avtalur v. m. av týdningi verða gjørdar skrivliga.  
 
Kunngerðin er útgivin við heimild í § 43, stk. 2 í “Lov om finansiel virksomhed” (Fil), ið ásetur, at peningastovnar skulu “drives i overensstemmelse med redelig forretningsskik og god praksis inden for virksomhedsområdet”.
 
Kunngerðin er galdandi fyri allar fíggjarfyritøkur.