Gomlu pensjónskonturnar

Frá 1. januar 2014 ber ikki longur til at rinda inn á gomlu pensjónskonturnar Kapital- og Lutapensjón. Í sambandi við útgjald fylgja konturnar tó framhaldandi Rentutryggingarlógini (Løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutrygging v.m. og við seinni broytingum.)  Les meira her.

 

Skiljast skal millum pensjónskontur stovnaðar áðrenn ella eftir 1. januar 2012.   

 

Kapitalpensjón  – verður goldin út í einum

 

Lutapensjón – verður goldin út í lutum yvir í minsta lagi 10 ár

 

Tú hevur altíð møguleika at flyta uppsparda Kapitalpensjón yvir í Lutapensjón og/ella Lívrentu og uppsparda Lutapensjón yvir í Lívrentu. Tað ber tó ikki til at flyta hinvegin,  t.d. flyta Lívrentu yvir í Luta- ella Kapitalpensjón, uttan at rinda eyka avgjald til landskassan.

 

Lívrenta - verður stovnað sum ein trygging í Lívstryggingarfelag og tryggjar tær tá eitt mánaðarligt útgjald, so leingi tú livir.

 

Bílegg prát

 

Ynskir tú at vita meira, ber til at bíleggja eitt kundaprát um eftirlønir.

 

> Bílegg eitt kundaprát um eftirløn

 

Les meira

 

Vilt tú vita meira um nýggju eftirlønarlógina, er meira at finna á hesum leinkjunum:

 

Taks - Eftirlønarlógin 2014

 

Tíðindi: Nýggja eftirlønarlógin