Ov nógv pappír?

Hvønn mánað verður gjaldsyvirlit sjálvvirkandi lagt í skjalagoymsluna í Netbankanum. Vilt tú ikki hava hesi sendandi heim í vanligum posti eisini, ber til at frámelda tey í Netbankanum.

Far inn í 'Gjaldskipan', vel 'GS fráboðanarháttur' og síðan 'Verður sent talgilt'.

Tú kanst eisini frámelda kontuavrit við at seta teg í samband við kundaráðgevan.

Netbankin sum app

Við Netbankanum sum app ber til at avgreiða tey mest vanligu bankaørindini, tá tú vilt, har tú ert, bara fartelefonin hevur samband við netið.

Les meira

Lær Netbankan at kenna

Við Netbankanum eru nógvir møguleikar, og tað merkir eisini, at har er nógv at læra. Visti tú t.d., at í Eik er Netbankin ókeypis at stovna og hava? ella at á flestu síðum í Netbankanum er ein “hjálp”-funka, við vegleiðing um teir ymsu møguleikarnar á tí síðuni, sum tú ert stødd/staddur á?

Les meira

Ókeypis tænastur

Tað nýtist ikki at vera kostnaðarmikið at avgreiða síni vanligu bankaørindi. Velur tú t.d. at fáa tær ókeypis netbanka í Eik, heldur enn at fara á posthúsið ella í bankan at rinda tínar rokningar, ber til at spara heilt fitt.

Les meira

Sí sjónvarpslýsingar