Váðamerking av virðisbrøvum

 

Danska Fíggjareftirlitið býtir virðisbrøv upp í 3 váðabólkar, sum verða merktir við grønum, gulum ella reyðum liti. Váðamerkingin tekur støði í vandanum fyri at missa pening og gjøgnumskygninum fyri hvønn virðisbrævabólk.

 

 

 

BÓLKUR LÝSING VIRÐISBRØV (DØMI)
Grøntgrønt Virðisbrøv, har vandin fyri at missa alla ta íløgdu upphæddina verður mettur at vera sera lítil, um íløgan verður varðveitt til hon gongur út. Virðisbrøvini er ikki trupul at gjøgnumskoða.
  • Donsk statslánsbrøv í DKK og EUR.
  • Skattkamarprógv
  • Statslánsbrøv útgivin av evrulondum í EUR og DKK
  • Realkredittlánsbrøv útgivin av donskum realkredittstovnum
  • Serliga tryggjaði realkreditlánsbrøv (SDRO) útgivin av donskum   realkreditstovnum
  • Lánsbrøv útgivin av Kommune Kredit
  • Lánsbrøv útgivin av Føroya Landsstýri ella føroyskum kommunum.
Gultgult Virðisbrøv, har tað er vandi fyri at missa alla ella ein part av íløgdu upphæddini. Virðisbrøvini eru ikki trupul at gjøgnumskoða.
  • Partabrøv, ið verða handla á einum skipaðum marknaði.
  • Virkislánsbrøv , ið verða handla á einum skipaðum marknaði.
  • Statslánsbrøv útgivin í øðrum gjaldoyrum enn DKK og EUR
  • Íløguprógv (UCITS)
  • Serlig íløguprógv
  • Strukturera innlán
  • Tekningarrættur til íløguprógv í gulum bólki
Reyttreytt Virðisbrøv, har tað er vandi fyri at missa meira enn íløgdu upphæddina, ella virðisbrøv, sum eru trupul at gjøgnumskoða.
  • Íløguprógv í ”Hedgefeløg”  uttan mun til undirliggjandi íløgusamanseting
  • Veðbrøv
  • Óskrásett partabrøv
  • Virkislánsbrøv, ið ikki verða handlað á einum skipaðum marknað.
  • Struktureraði lánsbrøv
  • Optiónir, futures og terminshandlar við t.d.:
  • gjaldoyra, partabrøvum, lánsbrøvum, vinningi, rentum, indeksi og rávørum.
  • Swappum við t.d.: rentum, partabrøvum, gjaldoyra og rávørum
  • Tekningsrættir til íløgufeløg í reyðum bólki 

 

Bílegg eitt íløguprát

Set teg í samband við ráðgevarnar á Eik Markets, tlf.: 348 617, t-postur: dealer@eik.fo

Íløgukunning

Kunna teg, áðrenn tú gert íløgur