Rokna HeildarKontu

Við eini HeildarKontu kanst tú savna tínar føstu/afturvendandi útreiðslur á eini kontu. Hóast útreiðslurnar kunnu vera ymiskar frá mánaða til mánaða, rindar tú eitt fast gjald hvønn mánaða inn á HeildarKontuna, soleiðis at útreiðslurnar verða javnaðar yvir alt árið.

 

Við "Rokna HeildarKontu"-rokniarkinum ber til hjá tær at leggja tær føstu útreiðslurnar inn, soleiðis at tú kann gera tær eina mynd av, hvussu fíggjarliga støðan sær út á HeildarKontuni ígjøgnum eitt ár.

 

 

Vegleiðing til at rokna HeildarKontu?

Tú kann heinta rokniarkið við at trýsta á "Heinta rokniark" í høgra bredda.

 

Fastar útreiðslur

Hesin teigurin er ætlaður til tær føstu útreiðslur, ið skulu av tíni HeildarKontu.

 

Niðureftir sært tú ymsar vanligar útreiðslur - hesar kanst tú broyta og rætta eftir tørvi.

 

Úteftir sært tú mánaðarnar "Jan-Des", "Í alt" og "Í miðal pr. mðr.". Her kanst tú seta útreiðslurnar inn mánaða fyri mánaða, og "Í alt" teigurin vísur hvussu nógv hetta verður tilsamans. Og "Í miðal pr. mðr" vísir tær hvussu hendan útreiðslan sær út, um vit gjalda hana yvir eitt tíðarskeið á 12 mánaðar.


"Byrjunarsalda": hesin teigur kann brúkast til at áseta hvør saldan er, tá árið byrjar. Hendan salda telur síðani við í samlaðu útrokningini.

Eisini kann hetta brúkast, um tú eitt ári hevur avlop á HeildarKontuni, og ynskir at føra avlopið víðari til næsta ár - so byrjar nýggja árið ikki við 0,- kr á kontuni, men við avlopinum. Teigurin kann eisini nýtast um tú hevur trot á HeildarKontuni við ársbyrjan, so tú kann síggja hvussu hetta ávirkar samlaðu myndina yvir eitt ár.

 

"Útreiðslur tilsamans" vísir hvørjar útreiðslur eru tilsamans fyri teir ymsu mánaðarnar, og fyri alt árið. Og at enda eisini hvussu nógvar útreiðslur eru í miðal pr. mánað.

 

Inngjøld á HeildarKontu

Niðureftir eru teir persónar, ið gjalda inn á HeildarKontuna, og úteftir eru inngjøldini pr. mðr. Seinast sært tú hvussu nógv hetta verður í alt og í miðal pr. mðr.

 

Eisini er møguleiki at upplýsa rentustuðul - um hesin kemur inn á HeildarKontuna.

 

Teigurin "Munur" vísir munin pr. mðr.  millum útreiðslur og inngjøld.

 

 

Heinta rokniark

Trýst á leinkjuna niðanfyri, so heintar tú rokniarkið niður á telduna hjá tær.

 

» Heinta rokniark


Fyri at kunna nýta rokniarkið krevst, at tú hevur Excel-forritið á telduni. Hetta er ein partur Office-pakkanum.