Eik.fo » Privat » Lán » Bústaðarlán
Navn: 
Tel.: 
Bygd/býur: 
  

Rokna bústaðarlán

Vilt tú rokna hvat títt bústaðarlán fer at kosta tær? Her kanst tú gera eina vegleiðandi útrokning.

 

Rokna bústaðarlán

 

 

 

 

Ofta settir spurningar

 

"Eg havi eitt bústaðarlán í Eik, men eg veit ikki reiðuliga hvat rentan er. Skal eg gera nakra umlegging ella gera nakað aktivt fyri at fáa bíligastu rentu frá tykkum?"

Svar: Einfalda svarið er "nei". Hevur tú eitt vanligt bústaðarlán við lægstu rentu (tvs. ikki eitt realkredittlán), so fært tú heilt sjálvvirkandi okkara nýggju lágu rentu. 

 

"Hvussu fari eg, sum kundi í Eik, at merkja hesa rentulækkingina?"

Svar: Hevur tú eitt vanligt bústaðarlán við fastløgdum afturgjaldstíðarskeiði (t.d. 25 ár), so merkir hetta at mánaðarliga lánsgjaldið hjá tær lækkar. Hvussu nógv tað lækkar avhongur m.a. hvussu stór restskuldin er, og hvat afturgjaldstíðin er.

 

Hevur tú hinvegin eitt fast mánaðargjald, men skiftandi afturgjaldstíðarskeið, so merkir rentulækkingin at bústaðarlánið hjá tær verður skjótari útgoldið. Hvussu nógv skjótari avhongur aftur av hvussu stórt lánið er, o.s.fr.

Ynskir tú at vita meira neyvt, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við tín kundaráðgeva ella kundatænastuna - so ber til at svara tær meira neyvt.

 

 

 
www.eik.fo