Netbankatrygd

 

Eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, so ansa eftir, at tín telda ikki verður veikasta liðið.

 

Tú hevur ábyrgdina av tíni egnu teldu.

 

Peningastovnarnir dagføra áhaldandi sínar telduskipanir fyri at verja okkum øll ímóti teldusníkum, dagførir tú tína teldu? Eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, so ansa eftir, at tín telda ikki verður veikasta liðið.

 

Her sært tú, hvussu tú tryggjar teg ímóti netbanka-innbrotum:

  • Nýt eitt antivirusforrit, sum verður dagført sjálvirkandi og altíð er virkið
  • Trygdardagføringar til telduna skulu altíð setast í verk. Nýt dagført forrit av Java, Adobe Flash Player, Adobe Acrobat Reader
  • Nýt ein persónligan firewall á telduni
  • Trýst ikki á leinkjur og lat ikki viðfestar fílur upp, sum tú fært umvegis teldupost, um tú ikki veitst, hvør sendarin er
  • Kanna tínar kontur javnan. Set teg í samband við tín peningastovn beinanvegin, um okkurt er skeivt
  • Hevur tú illgruna um at virus er á telduni, so skalt tú bíða við at brúka netbankan, til trupulleikin er loystur
  • Ver sera varin við at lata tínar persónligu upplýsingar umvegis netið – t.d. í telduposti ella umvegis onkra heimasíðu
  • Tak bert niður forrit frá netinum, sum eru frá álítandi keldum og heimasíðum
  • Ansa væl eftir tínum loyniorðum. Tey skulu vera torfør at gita. Nýt tí ikki føðingardag og annað slíkt sum loyniorð

 

Vinnunetbankin enn tryggari

Herfyri var ein vinnukundi í einum føroyskum peningastovni fyri netbankainnbroti. Tískil hava føroysku peningastovnarnir avrátt at seta tiltøk í verk, ið skulu økja um netbankatrygdina. Ein avleiðing av hesum er, at vanliga mannagongdin í sambandi við flytingar í netbankanum verður broytt.

 

Les meira um broyttu mannagongdina, við at trýsta á eina av leinkjunum niðanfyri.

 

 - Fyritøkur við fleiri Netbanka brúkarum

 

 - Fyritøkur við einum brúkara ella bert A brúkarum

Vinnunetbankin enn tryggari

Broytt mannagongd í Netbankanum. Les meira niðanfyri

 

- Fyritøkur við fleiri Netbanka brúkarum

- Fyritøkur við einum brúkara ella bert A brúkarum

Spurningar til Netbanka trygd?

Hevur tú spurningar til trygdina í Netbankanum, so kanst tú lesa um nakrar av møguleikunum tú hevur fyri at tryggja tær Netbankan her á síðunu.

 

Er eitt hvørt, sum vit kunnu hjálpa tær við, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, og vit vegleiða tær.