Um deildina

 

Okkara mál er at hava nøgdastu kundarnar í Føroyum. Tí leggja vit dent á at veita eina framúr tænastu, m.a. við at tillaga fíggingina og tænastuna til tørvin hjá tí einstaka kundanum.

Tú fært ein persónligan ráðgeva, sum hevur áhuga fyri og innlit í títt virksemi og vinnuna, tín fyritøka virkar í. Ráðgevarnir hava drúgvar royndir og viðkomandi útbúgvingar.

Vit arbeiða í toymum, har hvørt toymi tænir ávísum vinnum. Tí er altíð møguligt hjá tær at fáa tíni fíggjarviðurskifti avgreidd av tínum ráðgeva, ella einum øðrum ráðgeva í toyminum, ið kennir vinnuna, sum tú virkar í.

Vit arbeiða eftir meginregluni um, at góð ráðgeving og skjótar svartíðir tryggja, at tín tíð og tín orka verða brúktar til títt virksemi.

Gerst kundi

Gerst kundi í Eik - tað er skjótt og lætt.