Eftirløn


Snýr tað seg um at njóta lívið? Tá ið arbeiðsárini eru liðug, fært tú betri stundir at njóta lívið. Tú kanst fara ta ferðina, tú droymdi um, og hvat við bátinum, vakstrarhúsinum ella motorsúkkluni, tú altíð ynskti tær? Tín eftirlønaruppsparing skal tryggja, at tú hevur nóg mikið at liva av, tá tú fert frá vegna aldur. Fyri at tryggja, at tú varðveitir ein góðan livifót, er neyðugt at byrja at spara saman í góðari tíð.


Í løtuni er lógarkravið, at allir føroyingar í aldrinum 21 til 62 ár spara minst 2 prosent av lønini upp til eftirløn. Hetta prosenttalið hækkar við 1% fyri hvørt ár til 15% í 2029. Tó er ikki krav at rindað verður til eftirløn, um lønin er lægri enn kr. 1.000 í 2016.


Hvussu nógv er nóg mikið?

Hvussu nógv er neyðugt hjá tær at spara upp, veldst partvís um aldur og partvís um, hvussu livifóturin er og skal verða. Fyri fólk eldri enn 35 ár, røkka lógarkravdu 2 prosentini ikki serliga langt, og tí er vert at umhugsa, hvussu nógv tú skalt spara upp til eftirløn. Hetta kunnu vit tosa saman um, tá tú kemur inn til eftirlønarprát. Bílegg prát 


Eftirlønaruppsparing

Tá tú hevur stovnað eftirlønarkontu í Eik, kanst tú velja annaðhvørt at lata peningin standa á kontu í Eik við broytiligari rentu, ella at lata Betri pensjón umsita uppsparingina við marknaðarrentu.


Marknaðarrenta

Marknaðarrenta merkir í stuttum, at uppsparingin verður sett í virðisbrøv og umsitin við minsta váða og mesta vinningi fyri eyga. Fyri at tryggja hetta, verður íløgan regluliga enduskoðað í samstarvi við serfrøðingar. Alt verður gjørt fyri teg, tær nýtist einki at gera.


Hvør íløguætlan hóskar best til tín og tín váðaprofil, finna vit fram til í eftirlønarprátinum


 

Bílegg prát

 

Ynskir tú at vita meira, ber til at bíleggja eitt kundaprát um eftirlønir.

 

> Bílegg eitt kundaprát um eftirløn

 

Les meira

 

Vilt tú vita meira um nýggju eftirlønarlógina, er meira at finna á hesum leinkjunum:

 

Taks - Eftirlønarlógin 2014

 

Eftirlønarfilmur