Nýtsluhámørk

 

Visa/Dankort

Uttan fyri danska kongaríkið er nýtsluhámarkið 25.000 kr. í leypandi 30 dagar. Í danska kongaríkinum er einki hámark.

 

Tá keypt verður á útlendskum heimasíðum, er hámarkið eisini 25.000 kr. í leypandi 30 dagar. Onkrir føroyskir, danskir og grønlendskir nethandlar hava útlendska heimasíðu.

 

Í sjálvtøkunum hjá peningastovnum, sum hava SDC sum KT-veitara, kanst tú taka út í mesta lagi 5.000 kr. um dagin. Nýtir tú aðrar sjálvtøkur, kanst tú taka út í mesta lagi 2.000 kr. um dagin. Størri upphæddir kunnu takast út við kassan í deildum hjá Eik.

 

MasterCard Debit

Tú kanst í mesta lagi taka 5.000 kr. út um dagin í sjálvtøkum við MasterCard Debit Standard, Young og Silver. Við MasterCard Debit Gull kanst tú taka í mesta lagi 6.000 kr. út og við Platin kanst tú taka 10.000 kr. út um dagin.

 

Nýtsluhámarkið er 30.000 kr. um dagin við MasterCard Debit Standard, Young og Silver. Við MasterCard Debit Gull er nýtsluhámarkið 50.000 kr. og við Platin 100.000 kr. um dagin, um peningur er á kontu. 

 

MasterCard Kredit

Tú kanst í mesta lagi taka 3.000 kr. út um dagin og 15.000 kr. um mánaðin í sjálvtøkum við MasterCard Kredit Standard. Við MasterCard Kredit Gull kanst tú taka í mesta lagi 6.000 kr. út um dagin og 30.000 kr. um mánaðin. Við Platin kanst tú taka 10.000 kr. út um dagin og 50.000 kr. um mánaðin.

 

Kontaktleys kort

Tá tú brúkar kontaktleysa partin av gjaldskortinum, tvs. uttan at brúka pin-kotu, er hámarkið kr. 200. Hetta er galdandi bæði fyri MasterCard, Dankort og Visa Dankort.