Ynskir tú hesa tænastu? Set teg í samband við okkum, og vit vegleiða tær.
Netbankin sum app

Netbankin sum app
Við Netbankanum sum app ber til at avgreiða tey mest vanligu bankaørindini, tá tú vilt, har tú ert, bara fartelefonin hevur samband við netið.
- Gera flytingar
- Kanna saldu
- Sperra kort
- Rokna gjaldoyra
Ung
Kom í gongd við Netbankan sum app
Her er ein vegleiðing, ið vísur tær hvussu tú kemur í gongd við app´ina.
- Nýggja app'in er ment og tillaga til ávíkavist iOS og Android
- Betri og brúkaravinarligari snið
- Bygnaðurin er lættari at finna runt í
- Tað gongur skjótari at avgreiða flytingar o.l.
Aðrir fyrimunir annars við at hava netbankan sum app:
- Sperra kort
- síggja kontuyvirlit
- síggja saldu
- síggja bókingar
- síggja framtíðargjaldingar
- síggja/avgreiða útbakka
- gera flytingar
- gera Swipp-gjalding
- gjalda rokningar við inngjaldskorti/girokorti
- finna sjálvtøkur
- finna bankadeildir
- rokna gjaldoyra
GG: Hópflytingar, keyp/søla av virðisbrøvum og flytingar, sum krevja 2 undirskriftir eru ikki tøkar.
Tænastan er trygg, men vit ráða til at leggja kotu á telefonina, soleiðis at tú kanst læsa hana. Minst eisini til at útrita úr Netbankanum, tá tú ert liðug/ur at brúka hann.
Hvussu gert tú?:
- Far inn í App Store/Play Store/Windows Store og leita eftir "Eik Banki"
- Tak app'ina niður
Um tú longu hevur netbankan sum app, so ger soleiðis:
- Rita inn við tínum vanliga Brúkaranavni/nummari og Loynitali (fýra tøl)
Um tú ikki hevur netbankan sum app frammanundan, so ger soleiðis:
- Rita teg inn á netbankan á telduni ella teldlinum.
- Vel "avtalur"
- Vel "Netbanki" (undir "Fartænastur")
- Vel Netbankin sum app (iPhone, Android ella Windows)
- Vel brúkaranavn ella brúkaranummar (Tú skal ikki brúka íverksetanarkotu til nýggja netbankan sum app)
- Vel loynital (4 tøl).
- Rita inn við brúkaranavninum ella brúkaranummarinum og loynitalinum, sum tú hevur tilmeldað teg við.
Hevur tú ikki Netbankaavtalu, so skalt tú bert seta teg í samband við Kundatænastuna hjá Eik á tel. 348000.
GG! Netbankaappin til Windows hevur hesar funkur: Avtalur, kontuyvirlit, bókingaryvirlit o.a., flyting og gjalding við inngjaldskorti.
Tekniskar treytir
Nýggi netbankin sum app riggar við
- Iphone, dagførd til í minsta lagi iOS 7.0.
- Android, dagført til í minsta lagi 2.3.3
- Windows, dagført til í minsta lagi Windows 10
Netbankin sum app kann nýtast við Wi-Fi ella við Data-roaming. Wi-Fi, er oftast bíligari enn Data-roaming, sum kann verða sera kostnaðarmikið, serliga í útlondum. Set teg í samband við tín televeitara fyri at fáa nærri upplýsing um kostnað.
Kostnaðir
Netbanki sum app er ókeypis at stovna.
Sí kostnaðir fyri at gera flytingar o.a. í Netbankanum.
Bílegg
Vegleiðing
Her finnur tú eina vegleiðing, um tú ynskir at fáa netbankan sum app.