Eik.fo » Um okkum » Eik legatið » Eik legatið

Eik legatið

 

Eik legatið er eitt legat fyri ung føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uttanlandsuppihald í beinleiðis sambandi við útbúgvingina. Eik legatið er uppá kr. 15.000 og verður latið upp til tveimum umsøkjarum, tvær ferðir árliga – 1. juli og 1. januar. Umsóknarfreistin er ávikavist 15. juni og 15. desember.

 

Krøv til umsøkjarar

Fyri at fáa Eik legatið, er neyðugt, at:

 

Lestraruppihaldið

Lestraruppihaldið skal vera partur av útbúgvingini, ið tú ert í ferð við at taka. Tað kann t.d. vera ein lestrarhálva ella ein starvsvenjing.  Legatið er bæði fyri føroysk lesandi í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands. Lestraruppihaldið skal tó vera í einum øðrum landi enn útbúgvingarstovnurin,  tvs. at ert tú t.d. í læru í Føroyum og ætlar tær til Italia at fáa íblástur til útbúgvingina, kanst tú søkja um Eik legatið. Ella tú eitt nú lesur í Danmark og kundi hugsað tær at tikið ein part av útbúgvingini í Føroyum ella Japan, so kanst tú søkja um Eik legatið.

 

Bloggurin

Meðan tú ert burtur á lestrarferð, ella í seinasta lagi ein mánaða eftir heimkomu, sendir tú ein blogg til marknadardeildin@eik.fo. Tú kanst velja at skriva bloggin ella gera ein videoblogg. Velur tú at skriva, skal bloggurin í minsta lagi vera 2500 tekn. Gert tú ein videoblogg, skal hann vera min. 3 min.

 

Legat-bloggurin kann nýtast í marknaðarføring hjá Eik Banka, t.d. á heimasíðuni, Facebook og Instagram.

 

#Eiklegatið

Fært tú játtað eitt Eik legat, høvdu vit verið sera fegin, um tú nýtti okkara #Eiklegatið til myndir, ið tú tekur meðan tú ert uttanlands í lestrarørindum. Á henda hátt fáa vit savnað inspirerandi myndir av ungum føroyingum um allan heimin :)

 

Gjaldið / Peningaupphæddin

Eik legatið er á 15.000 kr. og verður útgoldið á tína kontu í Eik Banka, tá tú fert avstað. 

 

Umsóknir

Søkjast kann beinleiðis her á síðuni. Freistin hetta hálvárið var 15. juni. Latið verður uppaftur fyri umsóknum í vetur.

 

 

Fyll út teigarnar og send viðheft skjøl um neyðugt. Allar umsóknir og upplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði.  Skrivlig umsókn við frágreiðing um ætlaða uttanlandsuppihaldið verður partur av viðgerðini og avgerðini. 

 

Umsóknarfreistin er ávikavist 15. juni og 15. desember.

 

Eik avger hvør fær legatið. Er eingin skikkaður umsøkjari, loyva vit okkum ikki at lata legatið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 
www.eik.fo